|
|
|
|
24-07-2009
Ólavsøkupakkin hjá landsstýrinum
Í høvuðsheitum verða fleiri útreiðslur fluttar yvir á vinnuna, hundraðtals milliónir verða aktiveraðar, og íløgukarmurin á fíggjarlógini hækkaður.
Hædd er eisini tikin fyri bygnaðarligu skeivleikunum, ið hava verið á fíggjarlógini seinnu árini, ið nú eru rættaðir, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Tríggir partar eru. Ein Virkisskapandi partur, ein partur við strukturellum broytingum og partur við rakstrartiltøkum.
Í virkisskapandi partinum kunnu nevnast, at:
• 300 milliónir í Húsalánsgrunninum verða aktiveraðar. Hann skal veita lán til pensjónistar, til lutaíbúðir og til orkusparandi tiltøk.
• Rentustuðulin til sethúsabygging verður avtikin. Tær 60 milliónirnar, ið á konto, verða leysgivnar. – Hetta er ikki ein uppgáva fyri landskassan, men fyri fíggjarstovnarnar, sigur Jóannes Eidesgaard.
• Eisini verður íløgukarmurin á fíggjarlógini hækkaður við út við 100 milliónum úr 250 milliónum upp í 350 milliónir krónur. Peningurin skal eitt nú brúkast til skipabygging og bygging á almanna- og mentanarøkinum.
• MVG –stuðulin til sethúsabygging skal avtakast yvir trý ár. • Ítróttahøll á Sandi • Framhaldandi útbygging av landssjúkrahúsinum • Útbygging av Flogvøllinum • Ellis- og røktarheimið í Vági • Marknaðarføra Føroyar sum feramannaland í útlondum.
Millum strukturellu broytingarnar kann nevnast, at: • Inntøkutrygdin hjá sjómonnum verður flutt yvir á vinnuna at umsita. • Víddargjald skal leggjast á alivinnuna • Partafelagsskatturin í fíggjargeiranum verður hækkaður. • Tíðaravmarkaður eykaskattur á tvey prosent á inntøkur yvir 400.000 krónur. Hesin er tíðaravmarkaður til 2010 og 2011. • Kapitalvinningsskatturin hækkar eisini frá 35 upp í 39 prosent. Hetta er eisini tíðaravmarkað. • Innflutningurin av tollfríum tubbaki verður avmarkaður, soleiðis at framyvir kann bert helvtin av tí, sum er loyvt i dag, innflytast tollfrítt.
Triðji parturin Tey skulu geva tilsamans 75 milliónir krónur. Hetta kallar landsstýrið rationaliseringar.
Øll tiltøkini verða sett í verk 1. Januar 2010.
Útrokningar hjá búskaparfrøðingum vísa, at tiltøkini fara at stimbra búskapin við 1,3 prosentum fyrsta árið og út við 2 prosentum næsta árið.
|
|
|
|
|
|
Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.
Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli
Skrivstova telefon: 44 15 35
Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo
|
|
|
|