|
|
|
|
01-08-2012
Undirritaðu fakfeløg hava latið eitt boð inn til Vinnumálaráðið, at keypa Føroya Lívstrygging. Eftir at BankNordik og Ognarfelagið samdust um, at keypið ikki gjørdist veruleiki, stóð møguleikin opin hjá fakfeløgunum at leggja boð inn. Hetta er ein upplagdur møguleiki, tí fakfeløgini við sínum umleið 10.000 pensjónstakarum eru størsti partur av grundarlagnum undir Føroya Lívstrygging. Endamálið við keypinum er, at tryggja limunum eina so góða pensjónsavtalu, sum til ber. Feløgini hava lagt dent á, at limirnir koma at fáa eitt so lágt umsitingargjald sum gjørligt, og at Føroya Lívstrygging við tíðini verður ment til ein nútímans pensjónskassa; - ein samfelagsbyggjandi grunn, sum kann gera íløgur í føroyska samfelagið. Samstundis skulu limirnir fáa eina so góða eftirløn, sum til ber. Nevndirnar í niðanfyri nevndu fakfeløgum hava boðið 35 milliónir fyri Føroya Lívstrygging. Feløgini meta keypið vera eina góða og trygga íløgu, samstundis sum tað er eitt stórt framstig fyri fakfelagsrørsluna og føroyska samfelagið, tí ein størri partur av samlaðu pensjónsuppsparingini kann koma føroyska samfelagnum til gagns.
Umframt nevndu fakfeløg, stendur eisini øðrum fakfeløgum í boði at koma við. Nøkur av teim fakfeløgum, hvørs eftirlønir og tryggingar eru uttanlands, eru eisini við í boðnum. Privatu pensjónstakararnir fara framhaldandi vera ein týðandi partur av Føroya Lívstrygging, og fara at fáa eins góðar ella betri treytir enn higartil.
Hesi fakfeløg standa aftan fyri boðið: Starvsmannafelagið S&K-felagið Føroya Handverkarafelag Føroya Pedagogfelag Maskinmeistarafelagið Føroya Skipara- og Navigatørfelag Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Heilsurøktarfelagið Bioanalytikarafelagið Fysioterapeutfelag Føroya Ljósmøðrafelag Føroya Kost- og Føðslufelag Føroya Ergoterapeutfelag Føroya Heilsuhjálparafelag Føroya Føroya Byggifrøðingafelag Føroya Tekniska Lærarafelag Musikklærarafelag Føroya Lærarafelag Handilsskúlans Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara Føroya Verkfrøðingafelag Arkitektafelag Føroya Búskapar- og Løgfrøðingafelagið Føroya Magistarafelagið
|
|
|
|
|
|
Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.
Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli
Skrivstova telefon: 44 15 35
Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo
|
|
|
|