Skála Handverkarafelag
 FRAMSÍÐA                         
 SÁTTMÁLI                         
 SKRIVSTOVAN                    
 UMSØKNARBLØÐ                
 LÓG FELAGSINS                 
 SJÚKRAGRUNNUR                
 VERKFALSGRUNNUR           
 YMISK GJØLD                  
 NEVNDARLIMIR                  
 ÚR SØGU FELAGSINS          
 TÍÐINDAYVIRLIT                

  15-12-2012

Skálamaður útvegar føroyingum arbeiði í útlandinum






Sum ungur fór hann í læru til elektrikara á Skála. Í dag hevur hann nærum 100 elektrikarar og aðrar føroyskar handverkarar í arbeiði í norsku oljuvinnuni.

Byrjaði í 2010
Hans Jákup Johannesen er føddur og uppvaksin á Skála. Fór ungur í læru til elektrikara á skipasmiðjuni. Síðani gekk leiðin til Grønlands, har hann var í fleiri ár. Eftir tað á maskinskúla. Sigldi sjey ár hjá Maersk sum kølimaður.

Í 2004 fór hann til Norra at arbeiða í oljuvinnuni hjá ymiskum feløgum.

Hans Jákup hevur altíð - líka frá barnaárunum - havt ein dreym um sjálvur at royna at skapa okkurt nýtt.

Heimafturkomin úr Norra tók hann tí eisini stig til sítt egna virki og stovnaði Faroe Offshore Service, FOS. Og 10. januar í fjør fóru fyrstu elektrikararnir frá Faroe Offshore Service til arbeiðis í Norra. Síðani hevur tað bara gingið tann eina vegin.

Eftir nøkur góð og lærurík ár í oljuvinnuni sá Hans Jákup fyri sær, at pláss var fyri fleiri enn einari fyritøku á hesum øki. Hann vildi eisini sleppa víðari at menna hetta spennandi konseptið – at útvega føroyskum handverkarum arbeiði í útlendsku oljuvinnuni. Hann sá stórar møguleikar í Norra. Spurningurin var bara at seta sær mál – vilja nakað uppá longri sikt. Men stavnhaldið hjá honum hevur alla tíðina verið at fara varðliga fram um somu tíð sum tú arbeiðir miðvíst.

Í fyrsta umfari legði Hans Jákup seg eftir at senda elektrikarar til Noregs, men so við og við varð hetta bygt út til at fevna um smiðir og sveisarar eisini. Og í dag er hópurin vorðin enn meira fjølbroyttur, tí nú er eisini talan um rørleggjarar og stillasjumenn.

100 mans í arbeiði
Hans Jákup hevur bygt upp samstarv við einar 3-4 ymsar fyritøkur í norsku oljuvinnuni og hevur hann í dag umleið 100 fólk í arbeiði í Norra, har tey eru partur av nýbyggingum og umvælingum. Her er fyrst og fremst talan um føroyingar men royndir hava eisini verið gjørdar at fáa fólk aðrastaðni frá.

Fyritøkan sær eisini møguleikar at senda fólk avstað at arbeiða í øðrum londum og hevur í dag eisini fólk í londum í Afrika og Suðuramerika. Í høvuðsheitum snýr tað seg um oljuvinnuna, men tað hava eisini verið uppgávur í vindmylnubransjuni. Hetta er ein marknaður, sum er vaksandi.

Fólkini hjá Faroe Offshore Service hava havt stórar uppgávur fyri eitt nú Westcon skipasmiðjuna, har tey hava verið við til at gera boripallar sum Cosl Pioneer og Cosl Innovater lidnar. Men arbeitt hevur eisini verið við øðrum pallum.

Góðar afturmeldingar
Hans Jákup sigur seg hava fingið sera góðar afturmeldingar úr Norra. Hóast norðmenn kunnu fáa bíligari arbeiðsmegi úr onkrum øðrum londum, so velja teir heldur føroyingar. Mentaliteturin hjá føroyingum og norðmonnum líkist nógv og til ber at samskifta á norðurlendskum máli.

“Málið hevur verið at fáa 100 fólk í arbeiði, og tað er so rokkið nú. So er spurningurin at seta sær nýggj mál”, sigur fryntligi og arbeiðssami skálamaðurin, sum leggur dent á, at tað eisini er ein verð uttan fyri Norra.

Tá vit spyrja Hans Jákup, hvat hann sigur til kritikkin, at føroyingar áttu at gjørt arbeiði fyri norsku oljuvinnuna í Føroyum heldur enn at senda okkara handverkarar av landinum at arbeiða, sigur hann, at talan er ikki um antin ella. Vit eiga at troyta báðar møguleikar. Hann ivast ikki í, at funnu føroysk virki saman, hvat tíverri ikki altíð eyðkennir tey, so kundu vit avgjørt staðið fyri arbeiðum fyri norsku oljuvinnuna her heima.

“Hevði eg verið 20 ár yngri, so hevði eg uttan iva lagt stóra orku í nettupp at gjørt arbeiði fyri oljuvinnuna aðrastaðni í Føroyum.”
Hann vísir annars á, at vóru ikki møguleikar hjá ungum føroyingum at fara til Noregs at arbeiða, so høvdu uttan iva fleiri teirra verið í ALS.

Nýggja skrivstovu
Nú virksemi er økt so nógv hevur Faroe Offshore Service keypt eini hús á Skála og innrættað tey til skrivstovu. Har arbeiða í løtuni fýra mans.
Uppgávurnar eru nógvar, eitt nú fer nógv orka til at fáa fólk á skeið, soleiðis at tey altíð eru ílætin til uppgávur í fyrst og fremst Noregi. Nógv orka fer eisini til at vera ajour við skattalóggávu og onnur slík viðurskifti í londunum, har arbeitt verður.

Ì Norra eru sum so eingir trupulleikar, tí har eru skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og hevur fyritøkan eisini sera góðar royndir av samstarvinum við handverkarafeløgini og Vinnuhúsið. Tá talan er um onnur lond, so er neyðugt at gera stórt fyrireikandi arbeiði, tí har eru viðurskiftini oftani so nógv øðrvísi.

Hans Jákup viðgongur, at hóast tað hevur gingið væl at fáa fólk til uppgávur í Norra, so stendur onkuntíð á at fáa elektrikarar nokk. Men teir hava verið hepnir, tí teir hava fingið góð fólk.

Hann vísir eisini á, at teirra fyritøka eisini skapar avleitt virksemi í Føroyum. Her er bæði talan um fólk, sum gera uppgávur fyri fyritøkuna á Skála, eitt nú innan KT, um fyritøkur, sum skipa fyri skeiðum og ikki minst um flutningin millum Føroyar og útlandið. Sostatt leggur fyritøkan á Skála nógvar milliónir krónur eftir seg í Føroyum.

Skeið stóran týdning
Stjórin á Faroe Offshore vísir annars á trupulleikan við skeiðum. Skeið fylla nógv í hesi vinnuni. Nøkur skeið kunnu takast í Føroyum, meðan onnur mugu takast í útlandinum. Tað kostar nógv og fer eisini við nógvari tíð. Tað er hansara vón, at tað í framtíðini fer at bera til hjá føroyingum, sum fara til eitt nú Norra at arbeiða í oljuvinnuni, at taka kravdu skeiðini í Føroyum. Tíbetur er verulig gongd nú komin á hesi viðurskiftini. Bæði Tekniski skúlin í Havn, Sjóvinnudepilin í Klaksvíkog Tilbúgvingarstovan við Jógvan Jensen í Havn eru nú av álvara farnir undir fyrireiking og undirvísing innan skeið til oljuvinnuna.







LOGO

Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.

Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli

Skrivstova telefon: 44 15 35


Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo