Skála Handverkarafelag
 FRAMSÍÐA                         
 SÁTTMÁLI                         
 SKRIVSTOVAN                    
 UMSØKNARBLØÐ                
 LÓG FELAGSINS                 
 SJÚKRAGRUNNUR                
 VERKFALSGRUNNUR           
 YMISK GJØLD                  
 NEVNDARLIMIR                  
 ÚR SØGU FELAGSINS          
 TÍÐINDAYVIRLIT                

  28-02-2013

Verkætlanarleiðari til bygging av Skúladeplinum við Marknagil




Verkætlanarleiðari til bygging av Skúladeplinum við Marknagil
Landsverk leitar eftir nýggjum verkætlanarleiðara í sambandi við bygging av Skúladeplinum við Marknagil.

Høvuðsuppgávur
Tú vísir til deildarleiðaran á byggideildini, og fært høvuðsábyrgdina av allari verkætlanarleiðsluni og byggileiðslu í breiðastu merking. Í høvuðsheitum inniber hetta millum annað:

• Fíggjarstýring
• Tíðarstýring
• Váðastýring
• HTU
• Logistikki
• Starvsfólkaleiðsla av verkætlanartoyminum

Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin verkfrøðingur, byggifrøðingur, ella arkitektur. Tú hevur breiðan fakligan kunnleika innan bygging eins og tú hevur drúgvar royndir innan verkætlanarleiðslu av stórum byggiverkætlanum. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu, og tíni samstarvs- og samskiftisevni annars eru av teimum bestu. Sum persónur dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi.

Setanartreytir
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til skúlaársbyrjan 2016. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið. Latið verður viðbót fyri tíðaravmarking.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. mars 2013. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mikael Viderø, deildarleiðara, á tlf. 290 851 ella mivi@lv.fo ella Ewald Kjølbro, stjóra, á tlf. 290 801 ella ek@lv.fo.









LOGO

Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.

Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli

Skrivstova telefon: 44 15 35


Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo