Skála Handverkarafelag
 FRAMSÍÐA                         
 SÁTTMÁLI                         
 SKRIVSTOVAN                    
 UMSØKNARBLØÐ                
 LÓG FELAGSINS                 
 SJÚKRAGRUNNUR                
 VERKFALSGRUNNUR           
 YMISK GJØLD                  
 NEVNDARLIMIR                  
 ÚR SØGU FELAGSINS          
 TÍÐINDAYVIRLIT                

  21-04-2013

Nýggj yrkisskúlaskipan í 2013




Eindaskipanin
Arbeitt verður við at leggja SIT útbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar saman í eina skipan, soleiðis at skúlagongdin er tann sama, líkamikið um tú er næmingur ella lærlingur á læruplássi. Ætlanin er, at nýggja skipanin fer at virka frá august 2013.

Við jøvnum millumbilum er neyðugt at endurskoða allar útbúgvingar. Seinasta veruliga broytingin á yrkisskúla økinum varð framd í 1992, tá ið núverandi SIT skipanin fór at virka. Í 1998 kom núverandi yrkisútbúgvingarlóg og FHS lóg.

Karmurin um verandi yrkisútbúgvingar økið er 7 lógir, 14 kunngerðir, 9 útbúgvingarkunngerðir og til hvørja útbúgving sær skulu lesiætlanir gerast til almennu og yrkislærugreinarnar.

Í 2008 setti táverandi landsstýrismaður bólk at endurskoða alla yrkisútbúgvingarskipanina. Bólkurin kom við áliti í april 2010. Í august 2010 setti landsstýrismaðurin enn ein bólk at samskipa útbúgvignarnar innan tekniska økið, og er tað hetta arbeiði sum førdi til broytingar í SIT lógini, so skúlaparturin verður samskipaður við yrkisútbúgvignarskipanina, sokallaða eindaskipanin.









LOGO

Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.

Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli

Skrivstova telefon: 44 15 35


Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo