|
|
|
|
29-08-2013
Einans 315 handverkslærupláss vóru í 2012
315 handverkslærupláss vóru í fjør. Árini 2006 til 2008 komu 380 nýggir handverkslærlingar um árið.
Nógvu føroysku handverkararnir, sum arbeiða í øðrum londum, gera, at handverksvinnan fær ikki tikið so nógvar lærlingar, tí so fáir sveinar eru í landinum. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um lærupláss. Sambært Yrkisdeplinum vóru 315 handverkslærupláss í Føroyum 31.desember í fjør. Árini 2006 til 2008 komu 380 nýggir handverkslærlingar um árið. Síðani er talið farið niður í 200 um árið.
Reglugerðin broytast Um politiska ynskið er at útvega fleiri lærupláss, er neyðugt, at landsstýrismaðurin vendir sær til Yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar fyri fáa reglugerðina um góðkenning av læruplássum broytta, so fleiri lærupláss kunnu skipast, heldur Eyðgunn Samuelsen. Landsstýrið er varugt við trupulleikan. Og møguliga verður kravt av almennum stovnum í framtíðini, at teir taka lærlingar, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann legði fram uppskotið um fíggjarlóg fyri 2014.
|
|
|
|
|
|
Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.
Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli
Skrivstova telefon: 44 15 35
Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo
|
|
|
|