|
|
|
|
09-12-2013
Skriv viðvíkjandi lívstrygging og eftirløn
Sum kunnugt eru limirnir í Skála Handverkarafelag umfataðir av lívstrygging (bólkatrygging) hjá ALKA-forsikring í Danmark. Avtalan við ALKA-forsikring fer úr gildi 1. januar 2014. Nýggj, betra og meiri víðfevnd avtala fyri tryggingina, er nú gjørd við Betri Pensjón. Hendan kemur í gildi 1. januar 2014.
Sum kunnugt kemur nýggj lóg um eftirlønarsamansparing í gildi 1. januar 2014.
Lógin heimilar, at ein partur av eftirlønarinngjaldinum kann nýtast til tryggingar.
Sum er, hevur gjaldið fyri Alka trygginginga verði goldin, sum ein føst flyting, við
síðuna av limagjaldinum. Feløgini eru samd um, at fara frá verandi skipan, til eina
skipan har gjaldi fyri tryggingina verður ein partur av eftirlønargjaldinum. Hetta
merkir, at tað eru einans limir, sum fáa løn og gjalda limagjald til avvarandi fakfeløg,
sum kunnu fáa lut í trygginini frá 01.01.2014
Skála Handverkarafelag er limur í Landsfelag Handverkaranna. Limafeløgini í
Landsfelagnum hava gjørt av, at frá 1. januar 2014, skal eftirlønarinngjaldið gjaldast
til Eftirlønargrunn Havnar Handverkarafelags. Limirnir eiga at tryggja sær, at hetta er
fingið í rættlag áðrenn 1. januar 2014, og at arbeiðsgevarin flytir eftirlønargjaldið til
omanfyri nevnda eftirlønargrunn á konto 9870-9905597.
Eftirlønargjaldið, sum higartil hevur verði flutt til LÍV verður standandi, um
viðkomandi limur ikki ynskir at flyta tað. Hetta hevur sjálvandi ein kostnað við sær.
Í teimum førum, har einki eftirlønargjald verður inngoldið, eitt nú vegna sjúku ella
arbeiðsloysi, eiga limirnir at seta seg í samband við felagið, um teir framvegis ynskja,
at verað umfataðir av tryggingini. Tilber at halda áfram í skipanini, um teir sjálvir
gjalda tryggingargjaldið á kr. 310,- pr. mánaða. Peningurin skal tá gjaldast til felagið.
Tað er ábyrgdin hjá tí einstaka liminum at syrgja fyri, at hesi viðurskifti eru í lagi.
Eru ivamál ella spurningar, eru limirnar altíð vælkomnir at venda sær til felagið.
Vinarliga, vegna nevndina
Skála Handverkarafelag
Sylverius Jacobsen, formaður telefon 221508
|
|
|
|
|
|
Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.
Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli
Skrivstova telefon: 44 15 35
Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo
|
|
|
|