Skála Handverkarafelag
 FRAMSÍÐA                         
 SÁTTMÁLI                         
 SKRIVSTOVAN                    
 UMSØKNARBLØÐ                
 LÓG FELAGSINS                 
 SJÚKRAGRUNNUR                
 VERKFALSGRUNNUR           
 YMISK GJØLD                  
 NEVNDARLIMIR                  
 ÚR SØGU FELAGSINS          
 TÍÐINDAYVIRLIT                

  07-11-2016

7. november 2016 var semja gjørd um sáttmála




Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag / Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna.


Omanfyri nevndu partar eru samdir um at leingja galdandi sáttmálar til 1. oktober 2018 við niðanfyri standandi broytingum:

Í høvuðssáttmálanum verða hesar broytingar gjørdar:

1. Lønin hækkar soleiðis:

1. oktober 2016 2,2 %

1. oktober 2017 2,3 %

2. Í § 3 verður soljóðandi nýtt stk. 3 sett inn:
“Verður handverkari, sum hevur arbeitt hjá sama meistara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, hevur arbeiðsgevari, aftaná at tíðarskeiðið í stk. 1 er endað, skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og vanligu lønina, sum
handverkara hevði fingið útgoldna, um viðkomandi ikki fekk skaðan.
Gjaldsskyldan hjá meistara stendur við inntil handverkari aftur er arbeiðsførur tó í mesta lagi 4 mánaðir aftaná, at arbeiðsskaðin er hendur.”


3. Í § 4 verður stk. 2 og stk. 3 broytt at vera soljóðandi:

“Stk. 2. Uppsagnartíðin er
- 5 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 3 mánaðir
- 10 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 6 mánaðir
- 20 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 2 ár
- 30 arbeiðsdagar fyri starvstíð meira enn 5 ár

Stk. 3. Uppsagnartíðin er galdandi fyri báðar partar.
Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar. Brot móti hesum verður sektað við ávikavist fyri handverkara við missi av dagslønum svarandi til helvtina av uppsagnartíðini og fyri meistara við at gjalda somu upphædd.”

Eisini verður soljóðandi nýtt stk. 4 sett inn:
“Verður handverkari, sum hevur arbeitt hjá sama meistara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum er arbeiðsskaði sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 6 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil handverkari aftur er arbeiðsførur.”

4. Í § 15 verður viðbótin í stk. 1 broytt til 1,5 %, viðbótin í stk. 2 broytt til 0,5 % og viðbótin í stk. 3 broytt til 10 %.

5. Protokollatið eftir § 23 verður strikað.

6. Í § 26, stk. 2 verður “1 mánaði” broytt til “3 mánaðar”.

Í lærlingarsátttmálanum verður henda broyting gjørd:
7. Í § 8 verður “32%” broytt til “35%”

8. Soljóðandi nýggj § 10 verður sett inn:

“§ 10 Koyring og burturarbeiði § 19 í høvuðssáttmálanum um koyring og burturarbeiði hjá handverkarum og
serarbeiðarum er eisini galdandi fyri lærlingar.”

Fylgjandi greinar broyta nummar samsvarandi hesum.

Tórshavn, 7. november 2016

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag: Marita Rasmussen og Magnus Magnussen.

Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna: Suni Simonsen og Daniel Pauli Djurhuus.









LOGO

Skrivstovan er opin týsdag frá kl. 19 til 20.

Adressa:
Skálavegur 146
480 Skáli

Skrivstova telefon: 44 15 35


Formaðurin telefon: 22 80 71
Formaðurin mail: skalahvf@olivant.fo